Tingfólk seta spurnartekin við kostnaðin

Tingfólk seta spurnartekin við kostnaðin
Fleiri tingfólk seta spurnartekn við prísin at byggja nýggjan umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið. Tey halda, at kostnaðurin er ov lágt settur
 
29.11.2017 - 11:40

Í uppskotinum, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur lagt fyri tingið, stendur, at Landsverk hevur gjørt nýggja meting, sum vísur, at bygningurin fer at kosta millum 13,7 og 15,9 mió krónur. Tá er innbúgv ikki íroknað.

Hetta er ov lágt mett, halda tingfólk. Teirra millum Magnus Rasmussen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum og Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

Fleiri tingfólk ivast

Jørgen Niclasen sigur, at prísurin fyrst og fremst kann endiliga staðfestast, tá bygningurin er liðugir. Hann trýr tó ikki, at tað ber til at byggja ein almennan bygning fyri 15.000 krónur fermeturin. 

- At tað almenna byggir ein kontórbygning fyri 15.000 fyri fermeturin, tað eigur at siga einum og hvørjum inni her, at tað heldur ikki, segði hann í tingsalinum. 

Eisini Bjørn Kalsø, tingmaður hjá Sambandsflokkinum, ivast í kostnaðarmetingini og heldur, at landsstýrismaðurin er rættiliga optimistikur.

Og Ruth Vang, tingkvinna hjá Framsókn og forkvinna í Fíggjarnevndini, setti spurnartekin við kostnaðarmetingina:

- Har haldi eg, at ein øgiliga viðkomandi spurningur er - er tað ein realistisk kostnaðarætlan, sum støðan er í løtuni.

Á fíggjarlógini komandi ár

Landsstýrismaðurin hevur avgjørt at taka støði í lægru metingini hjá Landsverki, sum er 13,7 mió krónur.

Útreiðslurnar verða fíggjaðar á fíggjarlógini fyri næsta ár og fyri 2019. Næsta ár verða fimm miljónir settar av, og í 2019 skulu 8,7 miljónir setast av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815