Hægstirættur hjálpir Trump

Hægstirættur hjálpir Trump
Hægstirættur í USA hevur gjørt av, at innferðarbannið, sum Donald Trump, forseti setti fyri fólk úr nøkrum londum, kann setast í gildi
 
05.12.2017 - 10:03

Donald Trump, forseti, hevur sagt, at tað er fyri at verja USA, at hann ikki vil hava fólk úr seks londum at koma til USA.

Sjey av dómarunum atkvøddu fyri uppskotinum og tveir ímóti. Eftir avgerðini hjá hægstarætti kann forboðið setast í verk.

Seks lond undir forboð

Tey seks londini sum koma undir forboðið eru: Iran, Libya, Sýria, Yemen, Somalia og Tchad.

Talan er um lond, sum Donald Trump ikki hevur álit á.

Forboðið hevur verið leingi ávegis, tí vanligir dómstólar hava forðað fyri, at tað varð sett í verk.

Tað, sum nú verður sett í gildi, eru eini boð frá forsetanum 24. september.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037