Sveis sendir pengar aftur til Nigeria

Sveis sendir pengar aftur til Nigeria
Talan er um pengar, sum fyrrverandi einaræðisharrin í Nigeria flutti sær sjálvum á konto. Nú hevur stjórnin gjørt av at senda pengarnar aftur
 
05.12.2017 - 10:14

Stjórnin í Sweits hevur gjørt av at senda 2,7 milliardir krónur aftur til Nigeria. Talan er um pengar, sum fyrrverandi einaræðisharrin í Nigeria flutti sær sjálvum á konto í Sveis.

Upprunaliga vórðu pengarnir settir á konto í Luxemburg, men ein dómstólur í Sveis legði hald á pengarnar í 2014.

Í mars í ár tók so stjórnin í Sveis avgerð um at flyta pengarnar aftur til fólkið í Nigeria.

Tað skal gerast í samstarvi við Heimsbankan, sum skal syrgja fyri, at pengarnir koma fólkinum til góðar.

Tað var fyrrverandi einaræðisharrin í Nigeria, Sani Abacha, sum stjórnaði landinum frá 1993, til hann doyði í 1998, sum tók pengarnar. Tað var eftir eitt rættarmál ímóti soninum hjá einaræðisharranum, Abba Abacha, at myndugleikarnir gjørdu av at leggja hald á pengarnar og senda teir aftur til Nigeria. Tað skal Heimsbankin taka sær av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342