Granskingarpengar játtaðir

Granskingarpengar játtaðir
Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til tvær verkætlanir á heilsuøkinum. Ein er um at fyribyrgja hjartasjúkur, og hin er um at greina krabbamein
 
12.12.2017 - 09:24

Katrin Eivindardóttir Danielsen hevur fingið 953.000 kr. til verkætlan á Landssjúkrahúsinum við heitinum “Fyribyrging av hjartasjúkum við neyvari skreening av nýføðingum”.

Maria Skaalum Petersen hevur fingið eina millión og 120.000 kr. til ph.d.-verkætlan á Fróðskaparsetrinum við heitinum “Kortlegging og greining av krabbameinstilburðum í Føroyum”.

Játtanirnar eru latnar av fænum hjá niðurløgdu sjúkrakassunum. Høvuðsøki 2 fevnir um gransking og menning á heilsuøkinum í Føroyum.

Sjey umsóknir

Játtanirnar vórðu latnar eftir tilmæli frá faknevndini, sum er sett at meta um umsóknir um stuðul frá Sjúkrakassagrunninum.

Eitt krav fyri at fáa stuðul er, at tað verður mett sannlíkt, at verkætlanin kann menna heilsuøkið í Føroyum. Tað komu sjey umsóknir inn í hesum umfarinum, men rúm var bara fyri at játta pening til tvær verkætlanir.

Umleið 12 milliónir kr. vórðu settar av til Høvuðsøki 2 í 2014. Við hesum er játtaður stuðul til í alt 16 verkætlanir í Føroyum. 

Nú verður ein steðgur í stuðlinum frá hesum økinum.

Søkja aftur í 2019

Sambært leiðreglunum skulu inntøkurnar frá søluni av bygninginum hjá Havnar Sjúkrakassa eisini brúkast til stuðul. 

Tað verður ikki fyrr enn eftir 1. apríl 2019, tá freistin fyri at seta fram krøv ímóti avtiknu sjúkrakassunum er farin.

Er einki krav komið, verður øll inntøkan frá søluni býtt út á tey trý høvuðsøkini. 

Sannlíkt verða góðar 2 milliardir krónur tøkar at søkja í 2019, upplýsir Granskingarráðið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028