Yvirgangsmaður fingið fonsulsrevsing

Yvirgangsmaður fingið fonsulsrevsing
Einasti gerningsmaður, sum slapp við lívinum frá yvirgangsatsóknini í novmeber 2015 í Paris, kann verða dømdur 40 ára fongsulsrevsing í øðrum máli
Mynd: Le Parisien  
 
21.12.2017 - 13:52

Nakrar dagar áðrenn hann varð handtikin í mars 2016, var Salah Abdeslam í skotbardaga við løgregluna í einum býarparti í Brússel.

Eftir ætlan skuldi rættargongdin byrja hesa vikuna, men í evstu løtu bað Abdeslam um at fáa ein verja, og tí er rættarfundurin útsettur í hálvan-annan mánað.

28 ára gamli Salah Abedeslam er franskur ríkisborgari, men búði barnaárini í Belgia.

Hann og ein vinmaður hansara kunnu verða dømdur 40 ára fongsulsrevsing fyri at hava skotið eftir løgregluni. Teir eru eisini ákærdir fyri drápsroynd móti fleiri løgreglufólkum í sambandi við yvirgangsatsóknina, og fyri at hava ólóglig vápn í varðveitslu.

Í skotbardaganum í Brússel fingu fleiri løgreglufólk skaða, samstundis sum ein maður, ið var undir illgruna í sambandi við yvirgangsatsóknina, varð skotin til deyðis.

Abdeslam varð handtikin fýra dagar eftir skotbardagan í einum øðrum býarparti í Brússel, og hevur síðani mest sum alla tíðina sitið í fongsli í Paris, har hann hevur bíðað eftir at koma fyri rættin í sambandi við yvirgangsálopið í november 2015.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254