Nógv fáa arbeiði á Jobmatch

Nógv fáa arbeiði á Jobmatch
Meira enn dupult so nógvir arbeiðsgevarar nú enn fyri seks árum síðani
Jobmatch var fyrstu ferð í 2008. Tá vóru færri enn 20 arbeiðsgevarar við. Í ár eru 52.
Mynd: Syntesa  
 
25.12.2017 - 15:30

Fleiri enn 60 fólk fingu boðið eitt starv ella eina uppgávu á Jobmatch í fjør.

Tað skrivar Syntesa, sum skipar fyri Jobmatch, í tíðindaskrivi.

52 arbeiðsgevarar, fyritøkur, kommunur og almennir stovnar, vera við á ráðstevnuni í ár.

Tað eru 30 fleiri enn í 2011.

Aftur hósdagin

Jobmatch verður í Norðurlandahúsinum nú hósdagin.

Á hvørjum ári verða eftirmetingar gjørdar. 

Tær vísa, at okkurt um triði hvør arbeiðsgevari, sum er við, hevur ítøkilig størv at bjóða.

Harafturat sigur meira enn helmingurin, at tær eru við fyri at koma í samband við lesandi, sum vilja skriva uppgávur ella koma í starvsvenjing.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026