Kristin Michelsen hóttir samgonguna

Kristin Michelsen hóttir samgonguna
Kennir seg ikki bundnan av at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum
 
12.01.2018 - 15:30

Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, kennir seg ikki bundnan av at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum.

Tað hevur hann boðað Akseli V. Johannesen, løgmanni frá.

Skrivið til løgmann er soljóðandi:

Góðan dagin Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 
 
Undirritaði Kristin Michelsen, Froðba, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hervið boða Løgmanni og formanni fyri Javnaðarflokkin Aksel V. Johannesen frá, at eg Kristin Michelsen, løgtingsmaður frá ídag av, atkvøður mál fyri mál í Løgtinginum, og er ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við undirritaða.
 
Undirritaði vil eisini vísa til at formaðurin í Suðuroyar norðara Javnaðarfelag Signar Dam alment og við telduposti til undirritaða dagfestur 14. november 2016 kl. 20.52 váttar ”at Kristin Michelsen er valdur fyri Javnaðarflokkin og umboðar sostatt Suðuroyar norðara Javnaðarfelag á Løgtingi”. Somuleiðis váttar Løgmaður í telduposti til undirritaða 13. november 2016 ” eg helt eg hevði svarað tær bæði munnliga og umvegis miðlarnar. Eg kann endurtaka tað her: tú ert framvegis limur í Javnaðarflokkinum og ynsktur í Løgtinginum”.
 
Vinarliga
 
Tvøroyri, 12. januar 2018
Kristin Michelsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286