Kravið fyri avslátri er tríggjar ferðir um dagin

Kravið fyri avslátri er tríggjar ferðir um dagin
Samferðslumálaráðharrin hevur svarað um avslátturin í Kastrup. Atlantic Airways kann spyrja, sigur hann
Føroysk og grønlendsk flogfeløg kunnu kanna, um tey fáa avsláttur í Kastrup.
 
17.01.2018 - 09:30

Atlantic Airways kann fáa nýggja avslátturin í Keypmannahavnar floghavn, sum er í Kastrup, um felagið lýkur treytirnar fyri at fáa hann. 

Ein treyt er, at flogfeløg flúgva minst tríggjar ferðir um dagin til Kastrup og á somu leið.

Tað sigur Ole Birk Olesen, samferðslumálaráðharri, í svari til Magna Arge, fólkatingsmann.

Ráðharrin sigur, at Keypmannahavnar floghavn, og ikki danska stjórnin, hevur ásett avslátturin í avgjøldunum.

Avslátturin er 35 prosent. 

Listin ikki endaligur 

Ole Birk Olesen sigur, at listin hjá floghavnini við støðum, sum koma undir avslátturin, er ikki endaligur. 

Øll støð, sum lúka ymsar treytir, telja við.

Lúka flogfeløg í Føroyum og Grønlandi hesar treytir, fáa eisini tey avslátturin. 

Treytin er millum annað, at Atlantic Airways flýggur minst tríggjar ferðir um dagin millum Vágar og Kastrup.

Endamálið við nýggju skipanin er at fáa ferðafólk til Kastrup, haðani tey kunnu flúgva víðari út í stóru verð.  

Ole Birk Olesen mælir øllum flogfeløgum, sum hava áhuga í avslátrinum, til at seta seg í samband við floghavnina í Kastrup. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025