Skula kanska rópa varskó til Landsgrannskoðaran

Skula kanska rópa varskó til Landsgrannskoðaran
Fíggjarmálaráðið spurt løgtingið, um Landsgrannskoðanin kann umsita varskógvaraskipanina
Fíggjarmálaráðið heldur, at varskógvaraskipanin er í góðum hondum hjá Landsgrannskoðanini.
 
19.01.2018 - 07:29

Formansskapurin hevur viðgjørt ein fyrispurning frá Fíggjarmálaráðnum, um varskógvaraskipanin kann vera hjá Landsgrannskoðanini.

Eingin niðurstøða er tó gjørd, sigur løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu.

Landsgrannskoðanin er undir løgtinginum og óheft av almennu fyrisitingini.

Ein fyrimunur við at lata Landsgrannskoðanina hava varskógvaraskipanina er, at so slepst undan innliti. 

Whistle blowing

Fólk kunnu varskógva uttan at vera í vanda fyri, at navn teirra verður alment, tí onkur biður um innlit, sigur Páll á Reynatúgvu.   

Fíggjarmálaráðið er komið langt við einum lógaruppskoti um varskógvaraskipan fyri tað almenna.

Endamálið er, at almenn starvsfólk óttaleys fyri avleiðingum kunnu boða frá skeivleikum á arbeiðsplássinum.

Tjóðveldi hevði uppskot um varskógvaraskipan, tá flokkurin var í andstøðu í 2014. Men tað uppskotið fall.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558