Stjórnin kann ikki tryggja veddingarmilliónir

Stjórnin kann ikki tryggja veddingarmilliónir
Partafelagið Danske Spil avger sjálvt, hvussu felagið verður rikið, sigur fíggjarmálaráðharrin
Í fjør komu 20 mió. kr. til Føroya frá Danske Spil.
 
22.01.2018 - 11:58

Hóast danski staturin eigur partafelagið Danske Spil, kann danska stjórnin ikki veita trygd fyri, at avtalan við P/f Ítróttarvedding heldur fram.

Avtalan ger, at Danske Spil kunnu selja síni spøl í Føroyum og lata milliónir krónur til millum annað ítróttin í Føroyum.

Nú ljóðar, at partur av Danske Spil skal seljast privatum.

Tí hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fingið Fíggjarnevndina í fólkatinginum at spyrja Kristian Jensen, fíggjarmálaráðharra, um ein møgulig søla fer at ávirka avtaluna millum Danske Spil og Ítróttarvedding.

Leggur seg ikki útí

Kristian Jensen svarar, at leiðslan og nevndin í Danske Spil avgera einsamallar, hvussu felagið verður rikið.

Danska stjórnin hevur ikki og vil heldur ikki hava nakra ávirkan á raksturin hjá Danske Spil. 

Sokallaða armslongdarprinsippið er galdandi fyri øll feløg, sum staturin eigur. 

Kristian Jensen sigur, at danska stjórnin kann ikki veita trygd fyri, at avtalan millum Danska Spil A/S og P/f Ítróttarvedding heldur fram, sama hvør eigur Danske Spil.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313