Dagsstovnapláss niðurløgd og nú eru ov fá pláss

Dagsstovnapláss niðurløgd og nú eru ov fá pláss
Gamli realskúlin í Havn skal gerast til vøggustovu og barnagarð. Meira enn 60 børn bíða eftir plássi.
Gamli realskúlin í Havn verður vøggustova og barnagarður.
 
24.01.2018 - 07:58

Dagsstovnur skal gerast í gamla relaskúlanum í Havn.

Færri børn í nøkur ár gjørdu, at Tórshavnar kommuna strikaði nøkur dagsstovnapláss.

Men í 2016 vórðu fødd 21 prosent fleri børn í kommununi enn í 2015. So nú vóru aftur ov fá dagsstovnapláss. 

Tí hevur umsitingin hjá Tórshavnar kommunu í 2016 og í 2017 arbeitt við ymsum loysnum fyri at tryggja øllum børnum pláss. 

Á vári 2017 vórðu fingin 30 vøggustovupláss í leigaðum hølum og við at Býlingshúsið undir Brúnni varð útbygt. 

Men tað var framvegis ov lítið.

Í Hornabø

Í fjør summar varð frítíðarskúlin í Hornabø fluttur í Kongagøtu fyri á tann hátt at fáa nýggja vøggustovu í Hornabø. 

Men enn eru ov fá vøggustovupláss og barnagarðspláss og børn eru á bíðilista.  

1.februar er brúk fyri 46 vøggustovuplássum og 17 barnagarðsplássum, upplýsir kommunan.  

Fyribils á Hvítanesi

Bráðfeingis ber til at skipa eina fyribils vøggustovu í gamla skúlanum á Hvítanesi

Men endaliga loysnin er at gera bæði vøggustovu og barnagarð í gamla realskúlanum, tí Heilsuhúsið flytur haðani. Har kunnu vera í minsta lagi 34 børn og í mesta lagi 54.

Málið er á skránni fyri býráðsfundin í Havn í annaðkvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558