Landsstýrið fegið um uppskot úr andstøðuni

24.01.2018 - 12:52
Innlendis›Heilsa
Landsstýrið fegið um uppskot úr andstøðuni
Uppskot hjá Sambandsflokkinum kann hjálpa sjúkrahúsverkinum til at stytta bíðitíðirnar, vónar landsstýriskvinnan í heilsumálum  
Bíðitíðirnar á sjúkrahúsunum eru ov langar, viðganga politikararnir.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum vónar, at eitt uppskot til samtyktar úr andstøðuni kann hjálpa sjúkrahúsverkinum til at stytta bíðitíðirnar.  

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um viðgerðartrygd er í Trivnaðarnevndini, har tað hevur verið síðani fyrsta viðgerð var 14.november.

Málið er aftur á skránni hjá nevndini týsdagin. 

Sambandsflokkurin heitir á landsstýrið um at seta eina skipan í verk um viðgerðartrygd til allar føroyingar og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.

Eingin skal bíða longur enn ein mánað frá tí, at illgruni er staðfestur, til viðgerðin verður sett í verk. 

Ítøkilig loysn

Sirið Stenberg sigur seg vóna, at politikarar og serfrøðingar, sum Trivnaðarnevndin vónandi kallar inn, fáa lýst spurningin um bíðitíðir í sjúkrahúsverkinum.

Landsstýriskvinnan vónar, at vit koma nærri einari ítøkiliga loysn.

Sirið Stenberg segði við Útvarpið hálvan november í fjør, at uppskotið hjá Sambandsflokkinum er vælkomið.

Trivnaðarnevndin hevur higartil bara tosað um uppskotið hjá Sambandsflokkinum á einum fundi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011