Poul Michelsen: - Eg kenni einki til nakra kreppu

28.01.2018 - 18:21
Innlendis›Politikkur
Poul Michelsen: - Eg kenni einki til nakra kreppu
Poul Michelsen landsstýrismaður í uttanríkismálum kennir einki til nakra diplomatiska kreppu millum Føroyar og Danmark

Eingin diplomatisk kreppa er millum Føroyar og Danmark.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, nú tíðarritið Mandagmorgen vil vera við at føroysk sjálvræðistrongd hevur kastað Føroyar og Danmark út í eina diplomatiska kreppu, har føroysk áhugamál eru í stríð við donsk uttanríkispolitisk princippir.
Føroysku fólkatingslimirnir umboða ikki Føroyar, men eru danskir politikarar og tí kann málið um Katalonia ikki merkja nakra kreppu millum Føroyar og Danmark, sigur Poul Michelsen. Haraftrat heldur hann, at blaðið misskilir løgmann, tá tað skrivar, at løgmaður fer at biðja um størri sjálvræði á uttanríkispolitiska økinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334