Kunnu nú fara í íslendskan sjógv eftir botnfiski

Kunnu nú fara í íslendskan sjógv eftir botnfiski
Kvotan er tann sama sum í fjør
Línuskip
 
01.02.2018 - 09:52

Í mesta lagi 20 føroysk skip, sum royna við línu, kunnu fiska í senn í íslendskum sjógvi.

Kunngerðin um fiskiskapin eftir botnfiski í íslendskum sjógvi í ár er lýst.

Skip, sum royna við línu ella snellu, kunnu fiska 5.600 tons í ár. 2.400 tons eru toskur og 650 tons brosma.

Ikki er loyvt at fiska kalva og svartkalva.

Fiskiloyvi verða latin fólki ella felagi, sum í fjør høvdu rætt til at fiska botnfisk í íslendskum sjógvi. 

Fiskiskapurin er skipaður við egnari árskvotu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213