Íslendsk skip aftur í føroyskan sjógv

Íslendsk skip aftur í føroyskan sjógv
Nú sáttmáli er gjørdur millum Føroyar og Ísland, koma íslendsk skip aftur í føroyskan sjógv eftir svartkjafti
Íslendsk fiskiskip.
 
02.02.2018 - 07:32

Nøkur íslendsk skip er nú á veg í føroyskan sjógv at fiska svartkjaft, hóast langt er at sigla, 370 fjórðingar.

Svartkjafturin er nú suðuri móti markinum við Bretland.

Onnur skip bíða eftir boðunum um, hvussu stór íslendska lodnukvotan verður. Tey boðini koma kanska longu í dag. 

Føroyar eiga fimm prosent av kvotuni. Í løtuni eiga Føroyar 10.400 tons í ár.

Íslendska svartkjaftakvotan

Íslendska svartkjaftakvotan verður 293.000 tons í ár, kunngjørdi íslendska fiskimálaráðið í gjár.

Íslendingar hava fiskað næstan allan sín svartkjaft í føroyskum sjógvi, men nú skal minst ein fjórðingur fiskast í íslendskum sjógvi.

Sambært gamla býtislyklinum um svartkjaft, sum er farin úr gildi, uttan at nýggjur er komin ístaðin, eigur Ísland góð 16 prosent av  heildarkvotuni, sum ICES mælir til. 

Men kvotan í ár er góð 21 prosent. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904