Fjarhitin komin oman í Gundadal og heldur fram

Fjarhitin komin oman í Gundadal og heldur fram
Nógvir stórir bygningar knýttir upp í fjarhitanetið
Á myndini frá vinstru: Jákup Dam, býráðslimur, Sune Jacobsen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum, John Zachariassen, nevndarformaður í SEV. og Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum í Gundadali fríggjadagin.
Mynd: SEV  
 
05.02.2018 - 07:51

Gundadalur er nú knyttur upp í fjarhitaskipanina hjá Fjarhitafelagnum.

Tað hendi fríggjadagin, tá John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, og Jákup Dam, býráðslimur, skrúvaðu ventilarnar til Gundadal frá.

SEV og Tórshavnar kommuna eiga Fjarhitafelagið.

Henda útbyggingin hevur við sær, at stórir bygningar í næstum verða bundnir í fjarhitaskipanina. 

Talan er um Bank Nordik, Stórhøllina á Hálsi og FSF-bygningin. Seinni í vár verður svimjihøllin í Gundadali eisini knýtt í skipanina.

Nógv orka tøk

Harafturat er klárt á knýta Tórsvøll upp í fjarhitan.

- Framvegis er nógv tøk orka, sum kann leiðast inn í fjarhitaskipanina, og tí verður fjarhitanetið áhaldandi bygt út, so at avlopsorkan frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla verður gagnnýtt so væl sum til ber, sigur Sune Jacobsen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum.

Fjarhitafelagið heldur fram við fjarhitaleiðingini oman eftir Hoydalsvegnum og oman til Finsen, sum verður bundið í fjarhitaskipanina í ár. Aðrir bygninginar í miðbýnum verða eisini knýttir í, har fjarhitin kemur fram við.

Fyri tíggju árum síðani vóru góðir 700 brúkarar í fjarhitaskipanini. Í dag 1100 brúkarar knýttir í fjarhitanetið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961