Steintór fingið stjørnu frá sínum Heimstaði

Steintór fingið stjørnu frá sínum Heimstaði
Steintór Rasmussen minnist sín heim og sín bý, sum hann einaferð stúrdi so nógv fyri; men sum nú hevur givið sínum býarbarni viðurkenning.
09.02.2018 - 20:15

"Eg minnist mín heim, mín bý..."

Soleiðis byrjar Steintór Rasmussen sangin Heimstaðið, sum hann skrivaði til Klaksvíkina fyri 30 árum síðani.

Sangurin er ein hugleiðing um góð ungdómsminni; men eisini ein stúran fyri øllum byggjarínum, sum broytti býin so nógv í 80-árunum.

Steintór Rasmussen flutti eisini til Danmarkar, beint áðrenn kreppuárini rakti býin so meint.

Hann kom tó aftur, og gjørdist ein virkin leikari fyri trivnaðin í býnum.

Herfyri valdi Heimstaðið at viðurkenna rithøvundan og tónleikaran við Listavirðisløn Nólsoyrar Páls, 75.000 krónum og eini veruligari stjørnu.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096