Fyritøkur eiga ikki at rinda kringvarpsgjald

11.02.2018 - 16:56
Innlendis›Politikkur
Fyritøkur eiga ikki at rinda kringvarpsgjald
Tað heldur Fólkaflokkurin og vísir til, at í Danmark varð kravið um kringvarpsgjald hjá fyritøkum strikað í 2015.

Løgtingið fer mikudagin at umrøða, um vinnufeløg, partafeløg og smápartafeløg eiga at rinda kringvarpsgjald.

Fólkaflokkurin vil vera við, at smáar fyritøkur sum handlar, hárfríðkanarstovur og handverkarafyritøkur rinda okkurt um 7000 krónur um árið í kringvarpsgjaldi.

Jørgen Niclasen heldur, at Kringvarpið kann skerja sítt virksemi og klára seg uttan inntøkuna frá vinnuni.

Men hann dugir ikki at siga, hvussu nógvar pengar Kringvarpið missir, verður uppskotið samtykt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520