Skaðanevndin skrivar eina lýsing, hon dømir ikki

Skaðanevndin skrivar eina lýsing, hon dømir ikki
Funnist hevur verið at arbeiðsháttinum hjá Den Maritime Havarikommission
Sjóvinnustýrið kannar nú frágreiðingina um vanlukkuna í Skopunar firði, áðrenn tað avger, um hon verður send fútanum.
Mynd: www.fma.fo / Sjóvinnustýrið  
 
12.02.2018 - 12:40

Eingin ábyrgd verður staðfest í kanningini hjá donsku skaðanevndini um vanlukkuna, tá farmaskipið Mykines og útróðrarbáturin Mars stoyttu saman í fjør summar.

Skaðanevndin skal ikki fella dóm, sigur kanningarleiðarin.

Hon skal bara lýsa tað, sum hendi.. 

Í frágreiðingini hjá Den Maritime Havarikommission um vanlukkuna í Skopunarfirði í fjør er eingin niðurstøða, sum beinleiðis sigur, hvør hevði skyldina av samanstoytinum millum Mykines og Mars.

Tað er ikki uppgávan hjá skaðanevndini at staðfesta ábyrgd, sigur kanningarleiðarin hjá skaðanevndini, Øssur Jarleivson Hilduberg, í grein í blaðnum Søfart í oktober í fjør, tá funnist varð at arbeiðinum hjá nevndini, tí hon hevur ikki royndirnar, sum sjómenn hava.  

Vánaligur sjómansskapur

Nevndin eigur at leggja størri dent á sjómansskap í kanningum sínum, varð sagt.

Men vánaligur sjómansskapur er ikki einasta orsøk til vanlukkur á sjónum, verri enn so.

Orsøkin er oftast meira fløkt enn so, sigur Øssur Jarleivson Hilduberg. 

Vanliga kannaðu fyrrverandi yvirmenn á skipum vanlukkur á sjónum. Teir brúktu egnar royndir til at meta um vanlukkurnar.

Men tað er ikki tann rætti mátin.

Tað ber ikki til við egnum royndum at greina allar vanlukkur ella øll óhapp á sjónum. 

Tað er ein fordómur, at dugnaloysi er orsøkin til vanlukkurnar og óhappini.

Tað ber ikki til at greina vanlukkur við bara at siga, hvat átti at verið gjørt øðrvísi.

Læra ikki døma

Niðurstøðan er, at kanningarnar skulu brúkast til at læra av. Tær eru ikki ein dómur. 

Øssur Jarleivson Hilduberg vil ikki gera samrøðu við Útvarpið um frágreiðingina um samanstoytin millum Mykines og Mars 31.august í fjør.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, sigur, at har hava tey ikki avgjørt enn, um frágreiðingin hjá donsku skaðanevndini er so álvarslig, at hon verður send fútanum.

Tað vil siga, um onkur skal ákærast fyri vanlukka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425