Mínrokning ikki partur av Talgildu Føroyar

Mínrokning ikki partur av Talgildu Føroyar
Nýggja talgilda skipanin Mínrokning er ikki ein partur av verkætlanini Talgildu Føroyar, sigur Hans Petur Weihe, verkætlanarleiðari hjá Elektron
 
19.02.2018 - 10:34

Mín boks, mín lykil, mín rokning.

Tað kann vera ringt at halda skil á - og hvat merkir hetta í mun til verkætlanina Talgildu Føroyar?

Elektron hevur eisini ment talgildu skipaninar Mínboks og Mínlykil. Talgildu Føroyar hava síðani keypt hesar skipanir, men Mínrokning verður ikki ein partur av Talgildu Føroyum, sigur Hans Petur Weihe.

Hinvegin er ætlanin at brúka talgilda samleikan, sum verður mentur í sambandi við verkætlanina.

- Sum eg havi skilt tað, verður tað ein lykil, og tað verður so tann talgildi samleikin, sigur hann og leggur afturat, at Mínrokning fer at brúka tann talgilda samleikan, tá hann er tøkur.

- Í løtuni brúka vit NemID ella Mínlykil at logga á skipanina. Tá talgildi samleikin kemur, so verður hann brúktur, sigur Hans Petur Weihe. 

Føroyskir stovnar og fyritøkur sum SEV, Akstovan, EFFO og TAKS brúka nú føroysku gjaldsskipanina Mínrokning.

Endamálið er fyrst og fremst at gera eina føroyska skipan, sigur Hans Petur Weihe.

Tann gamla skipanin, sum koyrdi á netbankanum, var ein útlendsk skipan, sum koyrir á Nets, danska gjaldsstovnin. Mínrokning er ein føroyskt ment skipan, ið er gjørd í samstarvi við føroysku peningastovninum. 

Mínrokning-skipanin svarar til tí donsku skipanina "Betalingsservice".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101