Oregon samtykt lógaruppskot um skotvápn

Oregon samtykt lógaruppskot um skotvápn
Oregon er fyrsti amerikanski staturin, sum hevur tikið mótmælini til eftirtektar, í kjalarvørrinum av skúlaskjótingini í Florida í síðstu viku
Lesandi í Amerika brúka slagorðið #MeNext, har tey vísa á, at linu vápnalógirnar ikki verja tey
 
23.02.2018 - 13:49

Senatið í Oregon samtykti í gjár eitt lógaruppskot, sum ber í sær, at fólk, ið eru dømd fyri tráfylging, harðskap heima við hús, ella hava fingið politihald, ikki longur sleppa at keypa ella eiga skotvápn ella lóður.

Skjótingin á skúlanum í Florida í síðstu viku kravdi 17 mannalív.

Vilja hava herda vápnalóg

Síðani hava avvarðandi hjá teimum, sum doyðu, mælt til at herða vápnalógina.

Eitt líknandi uppskot var fyri í umboðsmannatinginum í Florida, men tað vann ikki frama.

Í gjár vóru lesandi, lærarar og avvarðandi í Hvítu húsunum, har tey søgdu Donald Trump, forseta, sína hugsan. 

Trump nevndi møguleikan fyri at vápna lærarar. Forsetin hevur skotið upp at hækka aldursmarkið at keypa vápn upp í 21 ár. 

#MeNext

Við slagorðunum #MeNext eggja ungir amerikanarar í hópatali amerikonsku myndugleikarnar til at taka ábyrgd og herða vápnalógina.

'Hashtaggið' spreiddist skjótt á sosialu miðlunum, har ung vísa á, at linu vápnalógirnar ikki verja fólkið.

Løkke: Lurta eftir

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur eisini lagt seg út í orðaskiftið um amerikansku vápnalógina.

Í einum tweeti heitti hann beinleiðis á Donald Trump um at lurta eftir krøvunum frá ungdóminum, sum hevur kravt vápnaeftirlit.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554