Visit Faroe Islands sett tvey fólk í starv

Visit Faroe Islands sett tvey fólk í starv
Stórur áhugi var fyri nýggju størvunum hjá Visit Faroe Islands, sum menningarleiðari og menningarsamskipari, tí næstan 100 fólk søktu størvini.
Á myndini síggjast Alda Egilstrøð Magnussen og Johan Pauli Helgason.
Mynd: Visit Faroe Islands  
 
26.02.2018 - 15:47

Størvini sum menningarleiðari og menningarsamskipari eru nú sett, boðar Visit Faroe Islands frá í tíðindaskrivi.

Johan Pauli Helgason, sum er útbúgvin stjórnmálafrøðingur, er settur sum menningarleiðari, og Alda Egilstrøð Magnussen, sum hevur lisið ferðavinnuleiðslu, er sett sum menningarsamskipari. 

Johan Pauli Helgason hevur seinastu fýra árini starvast sum fulltrúi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, har hann hevur havt ábyrgd av ferðavinnuøkinum. Áðrenn tað starvaðist Johan Pauli í trý ár sum fulltrúi á Almannamálaráðnum. 

Alda hevur arbeitt á Visit Tórshavn í eitt ár. Hon hevur eisini royndir í samskipan, har hon millum annað hevur samskipað tiltakið ‘Heystfagnaður á Eiði’ fyri Eiðis Kommunu. Alda var eisini við til at stovna og arbeiða á kaffistovuni í Saksun, ið lat upp í fjørsummar. 

Johan Pauli og Alda taka við starvinum 1. apríl 2018. Úti við 100 umsóknir vóru til størvini. 

Uppgávan hjá menningardeildini verður at menna innlendis ferðavinnuna í Føroyum.

Uppgávan hjá Visit Faroe Islands verður nú  tvíbýtt: ein menningardeild, ið tekur sær av innlendisøkinum og ein marknaðardeild, ið framhaldandi fer at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál uttanlands. Leiðsla og nevndarsamanseting í felagnum er óbroytt, verður sagt í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329