Búskaparráð avsannar, at gomul uppihalda seg sjálv

Búskaparráð avsannar, at gomul uppihalda seg sjálv
Tey gomlu eru ikki fleiri á arbeiðsmarknaðinum nú enn fyri tíggju árum síðani
Búskaparráðið avsannar, at 67 ára gomul ella eldri eru fleiri á arbeiðsmmarknaðinum nú.
 
02.03.2018 - 07:42

Tey, sum eru 67 ár ella eldri, fara ikki í framtíðini at gjalda sína egnu fólkapensjón, tí tey arbeiða og gjalda skatt.

Búskaparráðið sigur, at lutfalsliga gjørdust løntakarar millum 67 og 74 ár nógv fleiri frá 2011 til 2017 enn løntakarar í øðrum aldursbólkum.

Frágreiðingin er, sigur ráðið, at fólk í pensjónistaaldri gerast fleiri enn fólk í øðrum aldursbólkum, og tí veksur talið av pensjónistum, sum arbeiða, eisini mest.

Búskaparráðið sigur, at lutafalsliga eru pensjónistarnir nú ikki fleiri á arbeiðsmarknaðinum enn fyri tíggju árum síðani.

Talið var at kalla, lutfalsliga, tað sama í 2017 sum í 2007. 

Fleiri pensjónistar arbeiða ikki nú.

Tølini benda á, at skal arbeiðsvirknis-prosentið hjá teimum 67 ára gomlu og eldri hækka sum politikarar vilja, er neyðugt at hækka pensjónsaldurin, sigur Búskaparáðið.

Búskaparráðið ger ta niðurstøðu, at eingi prógv eru fyri, at tey eldru skattliga fara at kunna „forsyrgja sær sjálvum“ í nógv størri mun enn tey gera longu nú.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938