Hotell við Oknarvegin

Hotell við Oknarvegin
Býráðið í Havn fer í annaðkvøld at samtykkja at broyta byggisamtyktina við Oknarvegin. 
Oknarvegurin er nýggi vegurin, har høvuðssætið hjá BankNordik er. 
 
21.03.2018 - 09:08

Orsøkin er, at Tórshavnar kommuna hevur fingið umsókn um byggiloyvi til hotell við Oknarvegin, tað er nýggi vegurin, har høvuðssætið hjá BankNordik er. 

Neyðugt er at broyta byggisamtyktina fyri økið, skal hotell byggjast á tí. Ein partur av økinum er í galdandi byggisamtykt ætlaður stakhúsum ikki gistingarhúsum.

Byggi- og býarskipanarnevndin hjá býráðnum tekur undir við virkandi býararkitekti og mælir býráðnum til at broyta byggisamtyktina. 

Byggja út á Hotel Føroyum

P/f Gist og Vist hevur søkt um at sleppa at byggja Hotell Føroyar út bæði vestureftir og eystureftir. Báðar lonir skulu byggjast út. 

Neyðugt er eisini at broyta byggisamtyktina í tí sambandi. Ta broytingina fer býráðið eisini at samtykkja í annaðkvøld.

Eftir útbyggingina vera 80 kømur afturat á Hotell Føroyum. Gist og Vist ætla at byrja útbyggingina í vár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890