Sjálvstýri ikki í samgongu

Sjálvstýri ikki í samgongu
Ósemja um fiskivinnupolitikkin ger, at Sjálvstýri fer ikki upp í samgonguna, sum hevur mist meirilutan í løgtinginum.
 
22.03.2018 - 08:30

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, sigur, at róð hevur verið framundir, at Sjálvstýri skal gerast partur av samgonguni. 

Men, sigur hann, soleiðis verður ikki, tí fiskivinnupolitikkurin skilir partarnar.

- Tá hendan samgongan varð skipað, skilti fiskivinnupolitikkurin samgonguna og Sjálvstýri, og eg má staðfesta, at tað ger hann enn, sigur Jógvan Skorheim. 

Hann sigur, at Sjálvstýri kann til dømis ikki taka undir við uppskotinum um veiðigjald, sum nú er í løgtinginum.

Flokkurin tekur heldur ikki undir við, at heimaflotin skal hava kvotur.

Sjálvstýri hevur tveir tingmenn, og við teimum hevði samgongan fingið meirilutin aftur í tinginum.

Sjálvstýri stuðlar tó samgonguni í pensjónsmálinum, sum flokkurin tekur undir við.

Flokkurin hjálpti eisini samgonguni við fíggjarlógini fyri 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329