Seinasti samráðingardagur fyri páskir

Seinasti samráðingardagur fyri páskir
Í dag er seinasti samráðingardagur fyri páskir, millum danska fíggjamálaráðið og donsku fakfeløgini fyri almenn starvsfólk
 
28.03.2018 - 14:22

Hetta er fjórða vikan við samráðingum.

Stóra ósemjan er nú um lønina og hvussu stóra lønarhækkan alment sett starvsfólk skulu fáa. Útspælið hjá almennu arbeiðsgevarunum hevur verið ein lønarhækking um 6.7% tey næstu trý árini, meðan fakfeløgini vilja hava um 8.2% í lønarhækkan.

Tað skrivar Danmarks Radio.

Fakfeløgini hava alment sagt, at um ein semja ikki er funnin áðrenn fjórða apríl, so verður verkfall, men samráðingarfólkini hava møguleika at leingja tað freistina tvær ferðir tvær vikur. 

Arbeiðsgevarar hava eisini lýst eitt verkbann at verða sett í verk tann 10. apríl. Enn er einki sagt um tað eisini er møguligt at leingja ta freistina.

Verður verkfallið sett í verk, fer tað at hava stóra ávirkan á danska samfelagið. 

Eitt nú verða sjúkrahúsini hart rakt, men tað fer ikki at ávirka akuttar viðgerðir í Føroyum sigur Jóannes Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri.

- Vit halda eyga við gongdini, og verður verkfall verða allar planlagdar skurðviðgerir, sum skulu vera í Danmark avlýstar, men akuttar viðgerðir verða kortini gjørdar, sigur Jóannes Erik Køtlum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891