Verkfall í Fraklandi

Verkfall í Fraklandi
Verkafjøldin í Fraklandi setir nú hart móti hørðum og lýsir verkfall fyri at støðga ætlaninum hjá franska forsetanum at nýskipa arbeiðsmarknaðin
 
03.04.2018 - 15:19

Verkafólk á tok- og jarnbreytarøkinum í Fraklandi eru farin í verkfall. Summi í gjárskvøldið og mong í dag.

France 24 skrivar, at verkfallið, sum verður tveir dagar av hvørjum fimm, fer at hava ruðuleika við sær fyri milliónir av fronskum ferðafólki. Fakfeløgini hava boðað frá, at tiltøkini halda fram til 28. juni, ella til forsetin sleppur síni ætlan at endavenda statsliga jarnbreytarfelagnum, SNCF.

Starvsfólk hjá Air France, ruskinnsavnarar og eisini fólk í orkuvinnuni ætla sær at leggja arbeiðið niður í dag.

Sosialur spenningur hevur verið í Fraklandi í seinastuni, skrivar France 24. Pensjónistar, studentar og almenn starvsfólk hava alment mótmælt stóru broytingar-ætlaninum hjá Macron, forseta.

Nú tokferðslan er partvíst lamin, verða allar vinnur í landinum raktar, tí starvsfólk sleppa illa til og frá arbeiði, skrivar France 24.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040