- Ongar broytingar av elveitingarlógini beint nú

04.04.2018 - 15:44
Innlendis›Vinna
- Ongar broytingar av elveitingarlógini beint nú
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, nú oljufelagið Magn eftirlýsir eina liberalisering av elveitingarlógini.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur sett saman ein arbeiðsbólk, ið er samansettur av fleiri pørtum, ið hava áhugamál á orkuøkinum. Talan er bæði um almenn og vinnulig áhugamál.

Endamálið hjá arbeiðsbólkinum er at gera tilmælir um átøk, ið eru neyðug at fremja, um málið um 100% grøna orku á landi í 2030 skal náast. Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við arbeiðið í næstum og handa landsstýriskvinnuni eitt tilmæli.

Tað er møguligt, at ein broyting í elveitingarlógini verður tilmælt, men tað tekur landsstýriskvinnan ikki støðu til, fyrr enn tilmælið er latið inn og lagt fram. Eftir ætlan verður tað í heyst.

Tað er longu staðfest í elveitingarlógini, at nýggj átøk skulu bjóðast út, og har hava fyritøkur og onnur møguleika at luttaka. Tað verður eisini tørvur á hesum, um málið um grøna orku á landi í 2030 skal klárast, staðfestir Sirið Stenberg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672