- Eitt val nú er eingin loysn

09.04.2018 - 12:13
InnlendisPolitikkur
- Eitt val nú er eingin loysn
Tað sigur fyrrverandi formaðurin í Javnaðarflokkinum og fyrrverandi løgmaður, sum heldur, at samgongan skal sita alt valskeiðið

Hóast samgongan ikki hevur meiriluta í løgtinginum, eigur hon at sita alt valskeiðið, sum endar 31.august næsta ár. Tey eru ráðini frá fyrrverandi formanni Javnaðarfloksins og fyrrverandi løgmanni til eftirmannin í teimum báðum sessunum.

Jóannes Eidesgaard tók orðið á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, sum var í Klaksvík leygardagin tann 7. apríl. Hansara ráð til eftirmannin, Aksel V. Johannesen, eru greið.

- Tí var mín áheitan, at hann helt fast og stýrdi fram við einari minnilutasamgongu, tí at útlitini at dyrka ein meiriluta fram fyri uppskotinum í sitandi tingi eru absolutt til staðar, serliga nú tá vit fingu eina útmelding frá Magna Laksáfoss, um at hann eisini er leysgangari, sigur Jóannes Eidesgaard millum annað um støðuna hjá Javnaðarflokkinum. 

Nýval eingin loysn

Eitt val nú er eingin loysn, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann tók orðið á landsfundinum millum annað fyri at minna fólk á, hví tey eru í løgtinginum og fyri at vísa sítt álit til sitandi leiðslu í flokkinum.

Øll uttan trý tingfólk, Høgni Hoydal, Sonja Jógvansdóttir og Aksel V. Johannesen- tey fingu flestar atkvøður í 2015 -  kunnu takka flokki sínum fyri tingsessin.

Finna stevið aftur eftir valið

Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at floksformaðurin eigur at gera nakað við støðuna í flokkinum nú, men heldur bíða til eftir komandi løgtingsval. 

- Upp á eitt ella annað tíðspunkti skulu vit hava eitt løgtingsval, og tá kann man gera reint borð og vaska talvuna reina og so finna eitt nýtt stev innanhýsis í flokkinum, sigur hann millum annað og leggur afturat, at málið ikki kann loysast her og nú. 

Jóannes Eidesgaard segði seg síggja ein vilja á landsfundinum til at arbeiða víðari og rætta viðurskiftini upp. 

- Tí ivist eg heldur ikki í, at tað fer ikki at skorta upp á at finna góð valevni til eitt komandi løgtingsval. 

Hoyr brot úr samrøðuni við Jóannes Eidesgaard omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075