Rakstraravlop hjá Fiskaaling

Rakstraravlop hjá Fiskaaling
Raksturin hjá almenna partafelagnum Fiskaaling gav 3,9 milliónir krónur í avlopi í fjør, tað er nógv í mun til hallið á 18,1 milliónir í 2016
 
13.04.2018 - 11:08

Raksturin hjá almenna partafelagnum Fiskaaling gav 3,9 milliónir krónur í avlopi í fjør. Tað er nógv sammett við 2016, tá raksturin hevði 18,1 millión í halli.

Men broytingarnar, sum Løgtingið gjørdi eftir uppskoti úr Vinnumálaráðnum, gjørdu mun og tryggjaðu framtíðina hjá felagnum, sigur felagið sjálvt. 

Bakkafrost hevur nú tikið við kynbótaarbeiðinum og rognaframleiðsluni, sum er grundað á føroyska laksastovnin. Fiskaaling kann tí miðsavna seg um gransking, menning, ráðgeving og tænastu til alivinnuna.

13. november í fjør samtykti Løgtingið at læna Fiskaaling 9 milliónir krónur. Lánið er rentufrítt og verður kravt aftur í einum ella í avdráttum, tá eginpeningur felagsins er í minsta lagi 500.000 krónur. 

Lánið hevur bøtt munandi um gjaldførið hjá felagnum, men eginogin hjá P/F Fiskaaling er framvegis negativ - 4,4 milliónir krónur á nýggjárinum.

P/f Fiskaaling væntar okkurt um eina millión krónur í avlopi í 2018. Felagið hevur fingið nýggjan nevndarformann fyri Jan Mortensen. Kristoffur Laksá er nú formaður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558