Bretski fiskivinnumálaráðharrin til Føroyar

Bretski fiskivinnumálaráðharrin til Føroyar
Mikudagin kemur bretski ráðharrin í fiskivinnumálum, George Eustice, til Føroya.
Høgni Hoydal og George Eustice
Mynd: Fiskimálaráðið  
 
17.04.2018 - 12:49

George Eustice verður á almennari verkavitjan í Føroyum til hósdagin og tað er Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum er vertur fyri vitjanini.

Fiskimálaráðið boðaði fyri løtu síðani frá, at George Eustice lendir á middegi mikudagin. Síðani verður farið við tyrlu til Klaksvíkar, har fundur verður á Kósini við høvuðsleikarar í føroysku fiskivinnuni. 

Eftir hetta fer bretski ráðharrin umborð á eitt uppsjóvarskip.

Síðan gongur leiðin til Glyvrar, har hann fer at vitja Bakkafrost. Um kvøldið verður døgurði í Runavík, áðrenn leiðin gongur til Havnar við Brimli.

Hósmorgunin fer bretski ráðharrin fyrst á kurteisisfund við Aksel V. Johannesen, løgmann, og síðan á fund við Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharra.

Sum tað síðsta á vitjanini fer hann á fund við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra.

Vitjanarskránna sært tú her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751