Amber Rudd leggur frá sær

Amber Rudd leggur frá sær
Stórt trýst hevur verið á Amber Rudd í sonevndu Windrush-gøluni, og hon leggur frá sær, tí hon er løgd undir at hava villeitt bretska parlmaentið
 
30.04.2018 - 09:11

Bretski ráðharrin í tilflytaramálum, Amber Rudd, leggur frá sær, tí hon hevur villeitt bretska parlamentið.

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, boðar frá, at hon hevur góðtikið uppsøgnina frá Amber Rudd. Tað skrivar BBC.

Stórt trýst hevur verið á Amber Rudd í sonevndu Windrush-gøluni, og hon leggur frá sær, tí hon er løgd undir at hava villeitt bretska parlmaentið. Málið snýr seg um eitt ættarlið av tilflytarum úr Karibia, sum í árunum frá 1948 - 1971 vórðu bodnir til Bretlands at arbeiða. Hetta ættarliðið varð rópt Windrush-ættarliðið - uppkallað eftir skipunum, sum førdu tilflytararnar til Bretlands.

Seinastu vikurnar hava fleiri søgur verið í bretskum fjølmiðlum um, at eftirkomarar og arbeiðsfólk ikki fáa grundleggjandi rættindi, tí teir sambært myndugleikunum ikki kunnu skjalprógva, hví tey hava rætt til at uppihalda seg í landinum.

Tað hevur lagt trýst á fleiri ráðharrar - teirra millum Amber Rudd, sum hevur ilt við at greiða frá, hví tilflytararnir fáa slíka viðferð. Samstundis er komið undan kavi, at Amber Rudd hevði sum mál, at reka tilflytarar úr landinum uttan at hava boðað bretska parlamentinum frá tí.

Í síðstu viku segði hon annars limunum í parlamentinum frá, at ráðið fyri tilflytarar ongar ætlanir hevði um at koyra tilflytarar úr landinum. Hon viðgekk tó seinni, at málini vóru har, men at hon var ikki kunnað um tey.

Í gjár gjørdist trýstið so mikið stórt, tí bretska blaðið The Guardian almannakunngjørdi eitt bræv, sum Amber Rudd í januar í fjør hevur sent Theresu May, har hon skrivar, at hon er farin undir stórsligið og gevandi mál um at senda fleiri tilflytarar heimaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400