- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ummæli: mótin á Met Gala 2018
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/picture1_28.png?itok=exnRUbw6)
Skrivað hevur: Rókur Herup Olsen
Met galla´ið er sum jólaaftan fyri øll mótaáhugaði. Ballið er kent fyri sín eksklusiva gestalista og over-the-top móta. Árið í ár var onki undantak hesum viðvíkjandi.
Designarir kring allan heimin koma saman fyri at gera klæðir til heimsins kendastu. Hvørt ár er eitt nýtt tema til ballið og redaktørinnan á Vogue Anna Wintour er samskipari. Í ár var temaðið: “Heavenly Bodies: Fashion and the Catholic Imagination”
Oftani er temaðið torskilt og trupult at lata seg í eftir. Tí er tað ofta at fólk als ikki lata seg í eftir tema, men royna heldur bara at síggja gott út. Í ár vóru tó so gott sum øll ílatin við katólskum myndum, prýddum krossum, gyltum krúnum og glæmutum glorium.
Høvuðsprestinnan innan mótaheimin, Anna Wintour, í tí hon kallar “Cardinal Chanel”.
Millum tey best ílatnu og tey, sum passaðu best til temaðið vóru eftir mínum tykki:
1. Rihanna – Frants pávi fingið kapping
Haldi tíðin er komin til ein kvinnuligan páva. Frants pávi go home.
2. Sarah Jessica Parker – ársins migrena
![](/sites/default/files/images/Picture1(13).png)
Kanska er hetta ikki penasta “look’ið”, men við einari heilari katólskari kirkju á høvdinum hevur Sex and the City fashionistan Sarah Jessica Parker uppiborið eitt pláss á listanum. Hon má nokk taka eina panodil í morgin.
3. Cardi B – Maria moy ?
Hetta var fyrsta Met ballið hjá Cardi B. Samstundis er hon eisini við barn, tó trúgvi eg ikki hon er nøkur Maria moy...
4. Lana Del Rey – knúst hjarta
Lana Del Rey gekk við knústum hjarta, bókstavliga. Hon hevði eitt gylt hjarta á bringuni við ikki færri enn 7 knívum í. Nokkso stuttligt, tí hon syngur altíð um dreingir, ið hava knúst hjarta hennara. Áh ja, so hevði hon eisini ein fugl á høvdinum.
5. Madonna – like a prayer
Madonna var í heldur dapra lagnum. Kanska tí, at hon er ekskommunikerað fleiri ferð av pávanum. Tvs. hon er bannlýst av katólsku kirkjuni.
6. Ariana Grande & Migos – meistaraverk
Ariana fekk íblástur úr Sixtinska kappellinum, við at hava kenda málningin “Dómadagur”, eftir Michaelangelo á kjólanum.
Teir tríggir úr Migos høvdu eisini listaverk á klædningum sínum.
7. Blake Lively & Kate Bosworth – Drotningavibes
Tað er sum at hyggja aftur í 1674, tá mann sær hesar báðar. Drotning Elizabeth who?
8. Lena Waithe – 1. Mós. 1, 27
Klæðini hjá Lena Waithe eru áhugaverd. Hon er lesbisk og tulking hennara av temanum er, at øll eru skapt í Guðs mynd. Tí er hon í LGBT ælaboganum.
Her eru nøkur, ið ikki heilt vóru tey bestu, men tey eru gott nokk verdig at nevna.
Chadwick Boseman
SZA
![](/sites/default/files/images/8(1).png)
(Mynd: New York Times)
Priyanka Chopra
![](/sites/default/files/images/10(1).png)
![](/sites/default/files/images/11(1).png)
![](/sites/default/files/images/12(1).png)
Ikki øll riggaðu líka væl. Nøkur royndu, men skuffaðu og nøkur royndu ikki eingongd. Tey eru:
Lena Dunham & Mindy Kaling – Disney teknifilmur?
![](/sites/default/files/images/13.png)
Eg veit ikki heilt. Mann sær at tær royndu, men tað eydnaðist bara ikki so væl. Tær minna meg um álvamammuna í Øskufíu hjá Disney.
Katy Perry – Try hard
Katy Perry roynir altíð alt hon kann, at vera í andglettinum og eg haldi at tað er troyttandi. Try hard.
Shailene Woodley – í skugganum hjá Zendaya
(Mynd: New York Times)
Shailene og Zendaya royndu báðar at líkjast Joan of Arc. Zendaya kláraði tað ordiliga væl, men Shailene líkist bara blikkmanninum úr Wizard of Oz.
Kylie, Kendall og Cindy Crawford – royndu tit yvirhøvur?
Tað kann gott vera, at tær síggja gott út, men come on, hetta er Met ballið – haldið tykkum til tema!
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |