Garðalíð: Mistak at leingja sáttmálan við reiðarar

11.05.2018 - 18:14
Innlendis›Politikkur
Garðalíð: Mistak at leingja sáttmálan við reiðarar
-Meðan onnur fara eftir hægri løn, er ræðandi, at manningarnar skulu gjalda sín stóra part av rokningini fyri uppboðssølukvotur, siga navigatørar
Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum

Meðan øll onnur í samfelagnum fara eftir hægri løn, so er ræðandi at síggja, at manningarnar nú skulu gjalda sín stóra part av rokningini fyri kvotur, ið reiðarar keypa á uppboðssølu.

Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sum kennir seg drignan uppá tráð av politisku skipanini.

Felagið longdi herfyri sáttmálan við Reiðarafelagið, soleiðis at hann nú ikki kann sigast upp fyrr enn 31. januar næsta ár at fara úr gildi 1. apríl.

-Men sæð í bakspeglið var tað eitt mistak, staðfestir Annfinnur Garðalíð.

Eisini Fiskimannafelagið er farið at kanna, hvat felagið kann gera við støðuna, nú reiðarar draga uppboðssølugjaldið frá, áðrenn manningin verður avroknað.

Sambært Jan Højgaard valdi Fiskimannafelagið at leingja sáttmálan við Reiðarafelagið, tí tað gevur onga meining at fara í samráðingar um nýggjan sáttmála, meðan óvissurnar í nýggju fiskivinnulóggávuni eru so nógvar.

-Men verður hendan støðan, har reiðarar draga uppboðssølugjaldið frá, framvegis galdandi, so vil tað elva til eina øgiliga orrustu til komandi samráðingar, sigur Jan Højgaard.

Hoyr innslag og samrøðu við Annfinn Garðalíð við at trýsta á pílin undir myndini

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655