7,2 milliónir til granskingarætlanir

7,2 milliónir til granskingarætlanir
Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir á økjunum mentan, samfelag, náttúra og náttúrutilfeingi og heilsa.
 
30.05.2018 - 07:21

Stuðul er latin fýra ph.d.-verkætlanum og sels øðrum verkætlanum. 

Seks kvinnur og fýra menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og feløgum í Føroyum og í Danmark.

Størsta granskingarstuðulin fær David Turesson til verkætlanina: Íverksetanarumhvørvið í minni oyggjasamfeløgum - ein komparativ granskingarverkæltan av íverksetan í fíggjarligum framkomnum samfeløgum. Hann fær góða 1,1 millión krónur til hesa gransking.

Eisini hevur Rannvá Dahl fingið góða 1,1 millión krónur. Tað er til at granska í nýtsluni av fitisýrum og umsetninginum av karnitini í vøddakyknum hjá sjúklingum við CTD.

Og Sigri Gaini hevur fingið 1,1 millión krónur til verkætlanina Framsøgufrælsi og haturstala. 

33 umsóknir vóru um stuðul, og søkt varð um í tilsamans 24 milliónir krónur.

Við játtanunum í hesum umfarinum eru á leið 230 verkætlanir stuðlaðar, síðani skipanin við granskingarstuðli varð sett á stovn fyri góðum 20 árum síðani.

Tú kanst lesa meira um, hvør hevur fingið stuðul í ár til gransking á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928