Semingsuppskot lagt fyri partarnar á middegi

Semingsuppskot lagt fyri partarnar á middegi
Á middegi fer Semingsstovnurin at leggja semingsuppskot fyri Maskinmeistarafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.
 
01.06.2018 - 11:43

Partarnir samráddust seinnapartin í gjár, og tá samráðingarfólkini hjá Maskinmeistarafelagnum og Lønardeildini fóru til hús, fóru semingsmenninir, Terje Sigurdsson og Símun Absalonsen, undir at orða eitt semingsuppskot, sum verður lagt fyri partarnar á middegi í dag.

Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið byrjaðu 12. mars, tá krøvini vórðu handað.

Talan er um at gera nýggjar sáttmálar fyri alment settar maskinmeistarar á landi, við Strandfaraskipum landsins, á vaktarskipunum og Magnusi Heinason.

Hesir sáttmálar fóru úr gildi 1. oktober í fjør.

Samráðingarnar bóru ikki á mál, so Semingsstovnurin varð boðsendur.

Hann hevur roynt at fáa partarnar at semjast, men tað bar ikki til, og nú verður eitt semingsuppskot gjørt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392