Heilsuhjálparar samráðast enn

Heilsuhjálparar samráðast enn
Samráðingarnar millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið halda fram í dag
 
01.06.2018 - 13:41

Talan er um 650 limir, fyri tað mesta kvinnur, sum arbeiða á eldraøkinum, og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, hevur áður lagt dent á, at talan er um láglønt kvinnustørv, sum skulu hava lønarlyft.

Mánaðarlønin hjá einum útbúnum heilsuhjálpara er góðar 23.000 krónur um mánaðin á hægsta stigi umframt viðbøtur, og tað er ikki nóg mikið, hevur forkvinnan sagt.

Hinumegin samráðingarborðið situr Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum eisini skal taka atlit at, at tørvurin á eldraøkinum veksur støðugt, sohvørt sum miðalaldurin í Føroyum økist. 

Tað merkir, at kostnaðurin fyri eldraøkið veksur alsamt, og tað sama ger tørvurin á hjálpar- og røktarfólki á eldraøkinum.

Er lønin ov lág, er ilt at fáa mongu størvini sett, men er lønin hinvegin ikki lág, ja, so vaksa útreiðslurnar nógv.

Samráðingar um nýggjan sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava vart í nógvar mánaðir. Í verandi sáttmála stendur, at boðast skal frá verkfalli 48 tímar frammanundan, og annars stendur einki um undantøk, um talan verður um verkfall. 

Heilsuhjálparafelagið hevur í seinastuni skrásett lønarupplýsingar hjá limunum, sum skulu brúkast, um so er, at verkfall verður, og limirnir skulu hava útgjald úr verkfallskassanum.

Tá hesar samráðingarnar eru av, stendur Heilsurøktarafelag Føroya fyri tørni. Her er eisini talan í nógv størsta mun um kvinnustørv, eini 350 í tali. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713