Føroyskt hoyggjhús til heiðurs og æru á DRK

01.06.2018 - 15:40
Lívsstílur
Føroyskt hoyggjhús til heiðurs og æru á DRK
Ert tú handverkari kanst tú vera við í nýggjari sjónvarpssending, sum verður send á DRK
Hans Keiding, Eyðun Eliasen og Paolo Impagliazzo

Í hesum døgum verður eitt gamalt hoyggjhús endurbygt við Rossagøtuna í Havn. Hoyggjhúsið verður laðað úr gróti og takt við flagi. Harumframt verða beinkir úr træi gjørdir inni í upprunaliga hoyggjhúsinum.

Tað er Hans Keiding, sum er útbúgvin arkitektur, ið er vertur á sendingini, meðan Paolo Impagliazzo er myndamaður. Eyðun Eliasen, arkitektur, hevur samskipað verkætlanina í Føroyum.

Tilsamans verða fimm sendinginar gjørdar úr Norðanlondunum, har av ein í Føroyum. Endamálaið er at varpa ljós á siðbundna bygging og hvussu henda kann nýtast á ein øðrvísi hátt í dag.

Hans Keiding sigur, at eru tað handverkarar, ið hava eina løtu tøka komandi dagarnar, eru teir vælkomnir at skriva til sín á teldupostbústaðinum hansvaerk@gmail.com, tí teir hava brúk fyri fleiri handverkarum.

Og komandi hósdag, hin 7. juni kl. 16, verður housewarming í endurbygda hoyggjhúsinum.

Tú kanst hoyra samrøðurnar her!

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329