Heldur stimbra mentan hjá børnum enn skrivstovur

03.06.2018 - 14:39
InnlendisSamfelag
Heldur stimbra mentan hjá børnum enn skrivstovur
Tað er alneyðugt at stimbra málið hjá børnum og áhugan fyri bókmentum og mentan sum heild, sigur býráðslimur:
Kommunan ætlar sjálv at brúka ovastu hæddina.

 

Tað er púra burturvið, at meirilutin í Tórshavnar býráð nú ætlar at brúka fjórðu hæddina á Býarbókasavninum til kommunalar skrivstovur heldur enn til barna- og ungdómsdeild., heldur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sum er í minnilutanum í býráðnum.

Býarbókavørðurin í Havn seinastu seks árini, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, boðaði í síðstu viku frá, at hann gevst í starvinum hálvan juni, tí hann ætlar at arbeiða hjá sær sjálvum, millum annað skriva. 
Men hann segði eisini, at um- og útbyggingarætlanin hjá Býarbókasavninum er ein orsøk til uppsøgnina. Millum annað tað, at kommunan nú sjálv skal brúka ovastu hæddina í bygninginum, sum Býarbókasavnið er í. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947