Sýria vil hava fund við Norðurkorea

Sýria vil hava fund við Norðurkorea
Sýriski forsetin, Bashar al Assad, hevur sagt, at hann vil hitta norðurkoreiska leiðaran, Kim Jong-un
 
04.06.2018 - 07:38

Tað skrivar AFP-tíðindastovan, sum endurgevur norðurkoreisku tíðindastovuna, KCNA.

Boðini koma, meðan heimurin bíðar í spenningi eftir, hvat hendur undan ætlaða fundinum millum Kim Jong-un og amerikanska forsetan, Donald Trump, í Singarpore 12. juni.

Dipolmatiskt spæl

Nógv diplomatisk togan hevur verið aftur og fram, og hesin seinasti leikurin kann vera partur í diplomatiska spælinum. Skrivstovan hjá Assadi forseta hevur ongar viðmerkingar til tað, skrivar AFP.

Samband hevur verið millum Damascus og Pyongyang í langa tíð, og ST hevur verið stúrið um, at londini møguliga samstarva og selja hvørjum øðrum kjarnorkuvápn.

Illgruni hevur eisini verið um, at NorðurKorea hjálpti Sýria at byggja kjarnorkuverkið, sum Ísrael í 2007 bumbaði og oyðilegði.

Verður fundur millum Assad og Kim Jong-un, verður hetta fyrst fundur við ein ríkisleiðara á norðurkoreiskari jørð síðani Kim Jong-un fekk valdið í 2011.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360