Síðsti møguleiki hjá svimjarum at kvalifisera seg

Síðsti møguleiki hjá svimjarum at kvalifisera seg
Kappingarnar, sum eru nú um vikuskiftið, er seinasti møguleikin hjá føroysku svimjarunum at kvalifisera seg til størru kappingarnar uttanlands
 
09.06.2018 - 12:57

Pálshøll hýsir 40 kappingum um vikuskiftið, har tríggir finalupartar eru. Luttakarnar, ið kappast, hava seinastu 12 mánaðirnar klárað bronsunálatíð í minst eini grein á stuttgeil ella langgeil. 

Svimja móti kravtíðunum til størru kappingarnar

Svimjarnir kappast sjálvsagt sína millum, men eisini kappast teir fyri at fáa kravtíðina til størru kappingarnar uttanlands. Eitt nú verður svomið fram móti at sleppa til NMU, sum er norðurlendsk meistaskap fyri Ung, sum verður í Rika í juni. Eisini verður svomið móti at sleppa við í EJM í Finnlandi, sum er norðurlendsk kapping fyri tey, ið eru eitt sindur eldri. Harafturat verður eisini svomið eftir at sleppa til EM, sum verður í Glasgow. 

Fleiri hava longu kvalifisera seg

Um vikuskiftið er seinastu møguleiki hjá svimjarunum at kvalifisera seg til størru kappingarnar. Fleiri av svimjarunum hava longu kvalifisera seg til størru kappingarnar. Í gjár megnaði ein afturat at koma uppá listan við kravtíðum til kappingar uttanlands. Tað var Martin V. Sivertsen úr svimjifelagnum Ægir. Hann er nú ein teirra, ið hevur svomið kravtíðina til NMU.

Sí yvirlit yvir tey, ið hava svomið kravtíðina til størri kappingar her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928