Besta úrslit nakrantíð

Besta úrslit nakrantíð
Vípan úr Støkk fekk 15,55 stig í HM-finaluni, sum var í Budapest fyrrapartin, og tað er tað mesta, eitt unglingalið nakrantíð hevur fingið til HM
Mynd: Fimleikafelagið Støkk  
 
10.06.2018 - 12:59

Vípan úr Støkk var í dag í HM-finaluni í estetiskum fimleiki í Budapest í Ungarn.

Fimm føroysk lið luttóku í innleiðandi umførunum, sum vóru í gjár. Tað var tó bara Vípan, sum kom víðari til finaluna, sum var fyrrapartin í dag.

Fyri framførsluna í dag fekk Vípan 15,55 stig. Hetta er samstundis besta úrslit, sum eitt føroyskt kvinnuunglingalið hevur fingið í HM-kapping higartil, skrivar Fimleikafelagið Støkk.

Við flotta avrikinum endaði Vípan nummar 10 út av 14 luttakandi liðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155