Anna Elisabeth og Daniel vóru við til HM-setanina

Anna Elisabeth og Daniel vóru við til HM-setanina
Anna Elisabeth Weyhe og Daniel Ari Poulsen hava tikið lut í tiltakinum “Football for Friendship”, og vóru tey bæði eisini við til HM-setanina
15.06.2018 - 14:46

Hósdagin byrjaði HM-kappingin. Setanin fór fram á Luzniki Stadion í Moskva, har pláss er fyri umleið 81.000 áskoðarum. Fólk frá øllum heiminum fylgdu eisini við í sjónvarpinum, tá HM-kappingin skuldi setast.

Føroyar vórðu eisini umboðaðar í Russlandi, og til setanina slapp 12 ára gamli Daniel Ari Poulsen úr Havn at bera Merkið inn á stadion. Tað sæst síðst í videobrotinum omanfyri.

Saman við Annu Elisabeth Weyhe, ið eisini er úr Havn, hevur Daniel Ari Poulsen tikið lut í tiltakinum “Football for Friendship”. Tiltakið er fyri børn úr tilsamans 211 londum, har annar luttakarin hevur leiklutin sum fótbóltsspælari, meðan hin hevur leiklutin sum fjølmiðlafólk. “Football for Friendship” endaði við, at allir luttakararnir hugdu eftir fyrsta dystinum í HM-endaspælinum millum Russland og Saudiarabia. 

Tað gjørdu Daniel og Anna Elisabeth eisini, og fyri tey var tað ein stór uppliving, har tey millum annað fingu høvið at heilsa upp á Robbie Williams, sum framførdi til setanina, og Iker Casillas, fyrrverandi málmann á spanska landsliðnum. 

Saman við teimum var Andrass Thomsen, ið vegna Føroyar er samskipari av tiltakinum “Football for Friendship”. Hann sendi okkum eisini nøkur videobrot av setanini umframt samrøður við bæði Onnu Elisabeth og Daniel.

- Hetta hava verið nakrir hendingaríkir dagar, og nógv spennandi hevur verið á skránni. Men tað hevur eisini verið strævið. Vit eru farin tíðliga upp og seint í song hvønn dag, men heilt sikkurt eitt ógloymandi upplivilsi, sigur Andrass Thomsen við heimasíðuna hjá FSF.

Video: Andrass Thomsen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098