Føroyar sum ferðamál: Metstórur áhugi

Føroyar sum ferðamál: Metstórur áhugi
Árliga ferðavinnuráðstevnan, sum Visit Faroe Islands skipar fyri hetta vikuskiftið, setir met í ár
Føroyskir og útlendskir ferðavinnuveitarar hittast um vikuskiftið
Mynd: Visit Faroe Islands  
 
27.04.2024 - 12:37

"Fólk síggja, at hetta er ein spennandi vinna, og tey síggja kanska eisini, at her er ein møguleiki at hava eina vinnu afturat tí vinnuni, tey longu arbeiða í."

Tað sigur Súsanna Sørensen, samskipari og marknaðarleiðari hjá Visit Faroe Islands, sum hetta vikuskiftið skipar fyri árligu ferðavinnuráðstevnuni, har føroyskir og útlendskir ferðavinnuútbjóðarar møtast.

Hetta er 18. árið, at skipað verður fyri ráðstevnuni, sum í ár setir met við 135 luttakarum. Og tað er serliga talið av føroyskum veitarum, sum er vaksið nógv á ráðstevnuni.

Av teimum 135 fólkunum á ráðstevnuni eru 57 umboð úr 18 ymiskum londum, til dømis Norðurlondum, Belgia, Týsklandi, Italia, Fraklandi, Kanada og USA. Men heili 52 føroyskar ferðavinnufyritøkur eru eisini við á ráðstevnuni, har av fleiri eru nýggir útbjóðarar, sum eru við fyri fyrstu ferð, men eisini fyritøkur, sum hava verið virknar leingi, eru við á ráðstevnuni fyri fyrstu ferð.

Norðurlandahúsið var í gjár karmur um verkstovuna, har útlendskir keypararnir høvdu høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum. Í dag er útferð á skránni, áðrenn útlendsku gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.

Hoyrið samrøðu við Súsonnu Sørensen frá Visit Faroe Islands her:

2024-04-27-Susanna-Sorensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860