Menningarkvota grundarlag undir nýggjum Sandshavi

Menningarkvota grundarlag undir nýggjum Sandshavi
Ætlanin er at byggja nýtt frystilínuskip fyri meira enn 100 mió. kr.
 
30.06.2018 - 10:40

Fáa teir, sum eiga línuskipið Sandshavið, menningarkvotu, verður beinan vegin farið at byggja nýtt frystilínuskip, sum verður mett at kosta meira enn 100 milliónir krónur.

Reiðaríið hjá Sandshavi er millum tey 38, sum hava søkt um menningarkvotu. 

Reiðarin á Sandshavi, Kristian Martin Petersen, sigur við in.fo, at fær felagið menningarkvotu, er ætlanin í fyrstu atløgu at samstarva við onnur skip um at fiska uppsjóvarkvotuna. 

Eitt slíkt samstarv fer at bøta um fíggjarliga grundarlagið at byggja nýggja skipið, sigur hann.

Felagskvota og fiskidagar

Sandshavið eigur part av felagskvotu á Flemish Kap og í Eysturgrønlandi, eginkvotu undir Íslandi og fiskidagar undir Føroyum. 

Tað er gott grundarlag at reka skipið, men neyðugt verður at fáa menningarkvotu, skal nýtt skip byggjast, sigur Kristian Martin Petersen.

Ætlanin er eisini at byggja eitt virki í Sandoynni. 

Tilsamans kann menningarkvotan skapa grundarlag undir 35 ársverkum umborð og 25 ársverkum í landi, sigur Kristian Martin Petersen, reiðari á Sandshavi, við in.fo. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891