Manningarfeløgini í Gerðarrættin

11.07.2018 - 15:10
Innlendis›Vinna
Manningarfeløgini í Gerðarrættin
Manningarfeløgini fara ein av fyrstu døgunum at leggja ósemjuna um gjald fyri fisk, sum er keyptur á uppboðssølu, fyri Gerðarættin.

Feløgini kunnu vísa á dømir, har manningin hevur fingið 27 % minni í hýru, tí manningin skal rinda sín part av tí, sum verður keypt á uppboðssølu.

Tí hava feløgini umrøtt málið seinastu tíðina, og nú metir formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð, at málið er búgvið at leggja fyri Gerðarættin.

- Tað er komið har til, at vit hava fyrireikað, kannað væl og virðiliga, og vit eru til reiðar. Kæruritið verður sent inn fyrsta dagin, sigur hann. 

Sambært formanninum vilja feløgini hava Gerðarrættin at taka støðu til, at tey ikki eiga part í at gjalda fyri kvotakeyp, tí manningarfeløgini hava onga ávirkan á, hvussu dýr kvotan er, ella hvar hon verður landað. 

- Manningin skal bara vera við til at gjalda, men vit hava absolutt onga ávirkan á nakað sum helst, og hetta peikar so dundrandi skeivt, sigur Annfinnur í Garðalíð og leggur afturat, at tað kann ikki góðtakast, at manningar á summum túrum hava mist gott 27 % í løn, tí kvota er keypt á uppboðssølu. 

Hoyr samrøðuna við formannin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð, omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040