Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy
Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið góðtaka ikki, at aðrar lønartreytir skulu galda fyri teirra limir umborð á avloysaraskipinum
 
25.07.2025 - 16:26

Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið lýsa nú tænastubann fyri limir sínar, sum skulu sigla við Galaxy, tá skipið skal avloysa Smyril, tá hann fer í dokk um ein mánað.

Tað boða feløgini frá í almennum skrivi seinnapartin, og í brævinum stendur eisini, at ITF, International Transport-workers Federation, sum er altjóða samgongan av fakfeløgum, hvørs limir arbeiða í flutningsvinnuni, eisini hevur fingið boðini.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið góðtaka ikki, at aðrar lønartreytir skulu galda fyri teirra limir umborð á avloysaraskipinum enn tær, sum eru galdandi fyri Smyril í sáttmálanum fyri SSL.

- At Smyril má í dokk er sín søk, men vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Strandferðslan og Fíggjarmálaráðið gera sær dælt av støðuni við at dumpa lønirnar á avloysaraskipinum. Ongin sáttmáli ella sáttmálalíknandi avtala er gjørd fyri yvirmenninar á Galaxy, meðan skipið skal avloysa Smyril. Og tí nokta vit okkara limum at gera tænastu umborð á skipinum. Hesum hava vit í dag boðað Strandferðsluni og Fíggjarmálaráðnum frá, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Sambært feløgunum er ætlanin hjá Strandferðsluni, at tveir skiparar, tveir stýrimenn, tveir maskinmeistarar og átta dekkarar skulu vera føroyski parturin av manningini á Galaxy. Restin av manningini eru útlendingar.

- Sjálvandi kunnu vit ikki góðtaka lønardumping. Vit kunnu bara lýsa tænastubann fyri okkara limir, men vit finna okkum tó heldur als ikki í, at útlendska manningin skal sigla undir verri sáttmálatreytum enn teimum, sum galda fyri Smyril, og tí boða vit eisini ITF frá støðuni, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Smyril fer í dokk 23. august og átta vikur fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040