Skipara- og navigatørfelagið er í bíðistøðu

Skipara- og navigatørfelagið er í bíðistøðu
Stríðsstig eru ikki utilokað, men formaðurin sigur seg vóna, at partarnir semjast
Annfinnur Garðalíð er formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.05.2026 - 13:15

Skipara- og navigatørfelagið er í bíðistøðu, eftir at semingsroyndin fyri skjótt tveimum vikum síðani miseydnaðist millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini. 

Stríðsstig eru ikki útilokað, men Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya skipara- og navigatørfelag, vónar, at partanir semjast.

Fyri einari viku síðan segði Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag, at tað ger samráðingarnar truplar, at manningarfeløgini samráðast hvør sær.

Tað skilur formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum væl, men hann heldur kortini, at tað eigur at bera til at finna eina loysn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11052026_Lonarsamradingar

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037