Undirsjóvartunlar lækka prísirnar fyri túrahald

Undirsjóvartunlar lækka prísirnar fyri túrahald
Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar fyri túrahald.
 
24.07.2018 - 08:49

Tað verður bíligari hjá persónbilum at koyra í undirsjóvartunlunum báðum frá 1. august. 

Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar fyri túrahald.

Prísurin fyri hvønn túrin við túrahaldi lækkar úr 25 krónum niður í 20 krónur, svarandi til eina lækking upp á 20 %.

Frá 1. august kostar 20-túrahald til persónbil 400 krónur, 40-túrahald ber til keypa fyri 800 krónur og 200 túrar fyri 4.000 krónur. 

Aðrar broytingar verða ikki í hesum umfarinum. 

Ferðslan í undirsjávartunlunum økist alsamt, siga partafeløgini. Fyrra hálvárið 2018 var vøksturin í báðum tunlum sjey prosent.

Við óbroyttum ferðslutølum hevði prísbroytingin kostað feløgunum knappar 3,3 millónir krónur í minni inntøku. 

Økist ferðslan tað sama í seinna hálvári sum í fyrra hálvárinum, vænta feløgini, at tað fer at kosta okkurt um eina millión krónur at lækka prísirnar.

Príslækkingin, sum nú er á veg, ger prísmunin størri millum túrahaldini og stakar túrar. 

Við túrahaldi kann ein persónbilur koyra fimm ferðir gjøgnum tunlarnar fyri tað sama, sum ein stakur túrur kostar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598