Býarlundin við at vera liðug

Býarlundin við at vera liðug
Arbeiðið at gera fyrsta part av býarlundini við Akursmørk á ovara Vágsbøi í Klaksvík er við at verða liðugt.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
25.07.2018 - 08:14

Tað einasta, sum nú er eftir at gera, er ein brúgv um Ósánna. Hon verður gjørd eftir Summarfestivalin, sum verður um góðar tvær vikur.

Býarlundin er liður í ætlanini hjá býráðnum í Klaksvík um, at býurin sum heild skal gerast vakrari. 

Tjóðsavnið hevur staðfest leivdir av búseting, har sum býarlund er gjørd, men avgerð er tikin um ikki at grava út fornminnini. 

Fleiri myndir av býarlundini eru á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

Býarlund akursmørk

Caption: 
Klaksvíkar kommuna

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221